FAKFELAGSSAMSTARVIÐ
Samstarv millum fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum
Tíðindi

05.01.2025
Val av stýrislimum
• Val av stýrislimum í setanarbólkin fyri val av semingsfólki og vara semingsfólki:
• Sambært løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 § 1 stk. 2 verða eitt semingsfólk og eitt varasemingsfólk tilnevnt fyri trý ár í senn.
• Sambært § 2 í omanfyri nevndu lóg skipar formaðurin í Fasta Gerðarættinum fyri val av semingsfólki og varasemingsfólki.
• Í § 2 stk. 1 verður ásett, at valdur verður ein setanarbólkur við 18 limum at velja semingsfólk; 3 limir verða valdir úr hvørjum høvuðsbólki.
• Vegna løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar, eru okkara umboð í setanarbólkinum hesi:
• Páll Nolsøe (AKF), Óluva í Gong (FFS) og Bingerð H. Fossagil (HRF)
• Val av gerðarrættarlimi og nevndarlimi í Fastagerðarrætti fyri tíðarskeiðið frá 1.jan 2025, 2026 til 31.des í 2027
• Vegna løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar, eru hesi umboð vald:
• Gerðarrættarlimur: Súni Selfoss
• Nevndarlimur: Jacob Eli S. Olsen
• Val av stýrislimum í ein stýrisbólk fyri almenna og privata arbeiðsmarknaðin.
Ein stýrisbólkur við umboðum fyri fakfeløg og arbeiðsgevarar er settur, við tí endamálið at skipa og stýra tiltøkum fyri at betra um samráðingarskipanina. Øll fakfeløg fáa leypandi kunning um arbeiði.
• Vísandi til áheitanina frá FMR um at velja 5 umboð fyri almenna arbeiðsmarknaðin í stýrisbólkin, so vórðu hesi fólk vald at umboða almenna arbeiðsmarknaðin í Føroyum:
• Súni Selfoss, Jacob Eli S. Olsen, Páll Nolsøe, Óluva í Gong og Bingerð Fossagil.