FAKFELAGSSAMSTARVIÐ
Samstarv millum fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum
Menning
Smb. vðtøkunum hjá Fakfelagssamstarvinum so er eitt av endamálunum at tryggja fakpolitiskar menningarmøguleikar fyri nevnd, álitisfólk, limir og umsitingar.
Feløgini einsæris skipa fyri álitisfólkafundurm og evnisfundum, meðan Fakfelagssamstarvið skipar fyri felagsfundum og skeiðum av ymiskum slagi.
M.a. hava vit havt skeið innan fyrisiting, fíggjarstýring, pensjón og trygging, løgfrøði, samráðingarteknikkir og hættir.